04.04.2024 · Løgmansskrivstovan

Sjálvandi skulu bøturnar í landskassan

Sjálvandi skulu bøturnar í landskassan

Aksel. V. Johannesen, løgmaður, ætlar, at tær bøtur, sum verða skrivaðar á yvirtiknum málsøkjum, framyvir skulu fella í landskassan og ikki í ríkiskassan.

Hetta framgongur í svari frá løgmanni í dag uppá §52a fyrispurning frá Jørgeni Niclasen, løgtingsmanni.

“Tá talan er um bøtur á yvirtiknum málsøkjum, eiga hesar sjálvsagt at fella til landskassan. Tí tók eg longu málið upp við danska forsætisráðharran á fundi í Keypmannahavn hin 2. oktober í fjør. Eg kom við eini áheitan um, at samráðingar verða tiknar upp um eitt øðrvísi býti av sektum millum ríkiskassan og landskassan.” sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Á fundinum varð avtalað, at Løgmálaráðið og danska Justitsministeriet umrøða hesi viðurskifti nærri. Samráðingar verða væntandi tiknar upp í næstum.

Svarið hjá løgmanni kann lesast her.