Uttanríkisráðið Fíggjarmálaráðið Mentamálaráðið Fiskimálaráðið Vinnumálaráðið Almannamálaráðið Innlendismálaráðið Heilsumálaráðið
  
  Forsíða
[English edition]

22-06-2010 | Aðalstjórin í Uttanríkisráðnum heldur áfram


Løgmaður hevur avgjørt at seta Herluf Sigvaldsson í starv sum aðalsstjóri í Uttanríkisráðnum. Seks umsøkjarar vóru til starvið.


Herluf Sigvaldsson er útbúgvin stjórnmálafrøðingur (MSSc) við sergrein í heimspolitikki og hevur starvast í føroysku landsfyristingini síðan 1995. Frá 1998 til 2008 var hann deildarstjóri á uttanríkisdeildini á Løgmansskrivstovuni. Herluf hevur eisini starvast í danska Uttanríkisráðnum í eitt ár. Síðan februar í 2008 hevur hann verið virkandi aðalstjóri í Uttanríkisráðnum.