Uttanríkisráðið Fíggjarmálaráðið Mentamálaráðið Fiskimálaráðið Vinnumálaráðið Almannamálaráðið Innlendismálaráðið Heilsumálaráðið
  
  Forsíða
[English edition]

09-06-2010 | Løgmaður á ríkisfund


Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen og frú Jórun Johannesen fara í dag til Danmarkar at luttaka á árliga ríkisfundinum saman við danska forsætismálaráðharranum, Lars Løkke Rasmussen og grønlendska landsstýrisformanninum, Kuupik Kleist. Fundurin verður í ár á Ruths Hotel í Skagen 10. og 11. juni.

 
Á skránni fyri ríkisfundin eru m.a. viðurskiftini millum Føroyar og ES, uppskotið til føroyska stjórnarskipan, føroyskur limaskapur í WTO og uttanríkispolitiska virkisføri hjá Føroyum.
 
Aftaná ríkisfundin verður tíðindafundur. Tíðindafundurin verður á Ruths Hotel fríggjadagin 11. juni kl. 11 danska tíð.
 
Undir ríkisfundinum verður eisini árligi fundurin í Samstarvsnevndini millum Løgmansskrivstovuna og danska forsætismálaráðið. Samstarvsnevndin, ið er mannað við embætisfólkum, viðger mál viðvíkjandi viðurskiftum millum Føroyar og Danmark.    
 
Løgmaður verður aftur í Føroyum sunnudagin 13. juni.
 
(Mynd: Tíðindafundur í samband við ríkisfundin í Grønlandi 2009.)  
 
Meira fæst at vita við at venda sær til Páll Nolsøe, kunningarráðgeva á tlf. 306028 ella Rúna Rasmussen, deildarstjóra á tlf. 551041.