23-06-2010
|
Landsstýrisfundur mikudagur 23. juni 2010
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Støðulýsing viðvíkjandi bygnaðarbroytingum
(avvarðandi landsstýrisfólk)
Uppskot til løgtingslóg um at broyta ársroknskaparlógina, lóg um ávís vinnurekandi virkir, lóg um vinnurekandi grunnar, grannskoðaralógina, og tryggingarlógina (fylgibroytingar til vinnufelagslógina)
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit og uppskot til løgtingslóg um parta- og smápartafelag (vinnufelagslógin)
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit um at seta í gildi reglugerð fyri Staðarnavnanevndina
(landsstýriskvinnan í mentamálum)
Upprit og uppskot um broyting í kunngerð um áseting av søluprísi av heilivági
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum legði fram vegna landsstýrismannin í heilsumálum)
Upprit og uppskot um broyting í kunngerð at bryggja og útflýggjan av
sterkum øli
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.
|